Amerikanski herurin hevur framt fleiri álop móti yvirgangsbólkinum Islamiskur Statur (IS) í útnyðringspartinum av Nigeria. Donald Trump váttaði hesi tíðindini í nátt.
Uttanríkisráðharrin í Nigeria, Yusuf Maitama Tuggar, hevur eisini váttað tíðindini. Við BBC sigur hann, at álopini vóru framd í samstarvi við USA og vóru vend móti “yvirgangsmálum”.
Samstundis sigur uttanríkisráðið, at landið fegið heldur fram við samstarvinum við USA viðvíkjandi trygdaravbjóðingum.
Eisini amerikanski krígsmálaráðharrin, Pete Hegseth, fagnar samstarvinum. Í eini dagføring á X skrivar hann, at hann er “takksamur um samstarvið og stuðulin frá nigeriansku stjórnini”.
Ágangur móti kristnum
Sambært Trump forseta, er orsøkin til álopini, at IS-bhólkurin í økinum hevur framt skipað álop móti teimum kristnu í økinum.
Longu í heyst segði Trump, at hann ynskti at drápini á kristin í Nigeria fingu ein enda, og hann hótti við at senda herin inn í landið, um forfylgingarnar hildu fram.
Eisini republikanski senatorurin, Ted Cruz, hevur gjørt eitt ávíst arbeiði við at vísa á, at kristin í Niregia eru útsett fyri hópdrápum. Cruz hevur ført fram í amerikansku kongressini, at Nigeria ger seg inn á trúðarfrælsið.
Umleið helmingurin av fólkinum í Nigeria er kristin, og harðskapurin móti teimum hevur skapt miklan harma í USA. Ymsir kristnir áhugafelagsskapir og republikanskir politikarar hava víst á, at tað er fólkadráp, sum er farið fram í Nigeria. Hetta er tó ikki nakað, tey hava kunnað prógvað, skrivar finska kringvarpið.
Donald Trump hevur fyrr víst á, at stjórnin i Nigeria ikki hevur gjørt nóg mikið til tess at støðga forfylgingini av kristnum í landinum. Forsetin í Nigeria hevur sagt, at hesin pástandurin er ósannur.
Hetta var aðru ferð innan eina viku, at USA leypir á IS-mál. Farna vikuskiftið vóru álop vend móti fleiri málum í Sýria, skrivar yle.fi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald