Uttanlands

USA noktar iranskum sendifólkum visum

Samskiftisfólk hjá iranska forsetanum, sum skal luttaka á ST-aðalfundinum í New York hesa vikuna, eru ikki sloppin inn í landið, skriva iranskir miðlar.

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian skal luttaka á ST-aðalfundinum í New York (Mynd: Alexander Kazakov/AFP/Ritzau Scanpix)

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian skal luttaka á ST-aðalfundinum í New York (Mynd: Alexander Kazakov/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-21 15:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri limir í iransku sendinevndini, sum eftir ætlan skulu luttaka á ST-aðalfundi í vikuni saman við iranska forsetanum, Masoud Pezeshkian hava fingið noktað visum frá USA.

Millum tey, sum hava fingið noktað visum at ferðast inn í USA eru samskiftisfólk hjá forsetanum, skriva iranskir statsmiðlar sambært Ritzau.

Hetta er fyrstu ferð, at ein so tignarligur irani fer til USA, síðan USA og Ísrael fóru undir álop síni á Iran í februar.

Pezeshkian skal eftir ætlan halda røðu á ST-aðalfundinum mikudagin. Við á fundinum verður eisini iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi.

Fleiri avmarkingar eru settir fyri partin av iransku sendinevndini, sum er sloppin inn í USA. Eitt nú sleppa sendifólkini ikki at keypa í handlum, og tað er eisini avmarkað, hvar tey kunnu uppihalda seg.

USA hevur skyldu at geva útlendskum diplomatum atgongd til ST-høvuðssætið, men USA sigur, at landið kann nokta at útflýggja visum av orsøkum, sum hava at gera við trygd, yvirgang og uttanríkispolitikk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder