Uttanlands

USA: Russland stendur aftanfyri eiturálopið á Skripal

USA setur samstundis nýggj revsitiltøk í verk móti Russlandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-08-09 08:19 Author image
Oda Strøm
placeholder

USA slær nú fast, at tað var Russland, sum stóð aftanfyri eiturálopið við Novichok á Sergej Skripal og dóttir hansara í mars mánað. 

Tað skriva fleiri útlendskir miðlar, m.a. AP tíðindastovan. Útmeldingin kemur frá amerikanska uttanríkisráðnum, sum samstundis skrivar, at USA fer at seta í verk nýggj revsitiltøk í verk móti Russlandi orsakað av málinum. 

Talskvinnan hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Heather Nauert, sigur, at revsitiltøkini móti Russlandi verða sett í verk 22. august, um tey verða samtykt í kongressini. 

USA hevur sligið fast, at "stjórnin í Russlandi hevur brúkt kemisk og lívfrøðilig vápn í stríð við fólkarættin, ella hevur brúkt deyðilig kemisk ella lívfrøðilig vápn ímóti egnum ríkisborgarum", sigur Heather Nauert sambært TV2.

Russland hevur ferð eftir ferð noktað ákærurnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder