
Ukraina fær ikki longur fregnaruppýsingar og hernaðarliga vitan frá USA. Tað skrivar amerikanski miðilin Financial Times, og tíðindini verða váttað av amerikanska trygdarráðgevanum.
Averðin kemur eftir at USA fyrr í vikuni tók avgerð um at støðga við at lata Ukraina fleiri vápn.
Hetta kann gerast ein álvarsligur smeitur fyri ukreinska herin í stríðnum móti russum.
Samstarvið millum USA og Ukraina hevur, sambært Financial Times, verið avgerandi liður í evnunum hjá Ukraina at eyðmerkja og leypa á russisk mál.
Blaðið vísir til tríggjar keldur, sum siga seg hava góðan kunnleika til avgerðir, sum eru tiknar í umsitingini hjá Trump.
BBC skrivaði í dag, at amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, sigur at USA hevur trekt seg aftur, tá tað snýr seg um at lata fregnarupplýsingar víðari.
Hann sigur, at USA hevur støðgað á fyri at “meta um øll viðurskifti, tá tað snýr seg um fregnarupplýsingar”.
Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri ukrainsku verjuna móti russiska álopinum, at USA nú støðgar við at veita Ukraina fregnarupplýsingar. Tað heldur Tormod Heier, sum er professari á Forsverets Høgskole. Við NRK sigur hann, at tað er av avgerandi týdningi fyri ukrainsku verjuna, at hon fær upplýsingar um hvat russisku herdeildirnar gera handan hermótið.
Fregnirnar hava hjálpt ukrainum
- Við lutfalsliga fáum fólkum framman fyri einum hermóti, sum er umleið 1.000 kilometrar langt, er tað av avgerandi týdningi at hava eina góða fatan av, hvat russarnir gera hinu megin hermótið, sigur hann við NRK.
Professarin heldur, at amerikansku upplýsingarnir hava hjálpt ukrainum væl við at avlesa russisku fyrireikingarnar og savna styrkirnar á rætta stað til røttu tíð fyri at støðga russiskum frambrotum.
- Ukraina er bundið av amerikanskum upplýsingum fyri at fáa ávaringar um nær Russland skjýtur bumburakettir móti ukrainskum býum og ídnaðarøkjum.
- Hartil eru fregnir av týdningi fyri ukrainsku deildirnar at fáa nágreiniligar upplýsingar um hvussu russisku deildirnar førka seg fyri at hótta Ukraina.
Trump forseti hevur sagt, at hann fer at umhugsa at lata Ukraina hernaðarhjálp aftur, um friðarsamráðingar verða hildnar og sermja verður um ‘álitisskapandi’ tiltøk, sigur Mike Waltz, amerikanski trygdarráðgevin, í eini samrøðu við Fox News.
Zelenskyj aftur til Washington?
Samstundis sum hetta hendir, eru evropeiskir leiðarar farnir at umhugsa at gera eina roynd at betra um álitisviðurskiftini millum USA og Ukraina aftur.
Franska AFP tíðindastovan skrivar, at Emmanuel Macron, forseti, umhugsar at fara til USA saman við Volodymyr Zelenskyj, forseta, og Keir Starmer, bretska forsætisráðharranum.
Ein talskvinna hjá fronsku stjórnini, Sophie Primas, váttar tíðindini, skrivar NRK.
Macron var seint í februar á vitjan í Washington fyri at hitta Donald Trump, forsseta.
Nakrar dagar seinni gjørdi Zelenskyj tað sama, men tann vitjanin endaði við, at hann varð útskeldaður av Trump og fór av landinum aftur uttan at hava fingið nakað burturúr.
Í gjár segði Zelenskyj, at hann harmaðist um, at fundurin millum hann og amerikanska forsetan ikki gav nakað úrslit.
- Stundin er komin at gera tað rætt. Vit vilja at framtíðar samstarv og samskifti skal vera uppbyggjandi, segði Zelenskyj á X.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald