Ein stórur meiriluti í amerikanska Umboðsmannatinginum hevur samtykt ein hjálparpakka, sum skal minka um fíggjarligu avleiðingarnar av COVID-19 útbrotinum.
Hjálparpakkin, sum hevur eitt virði á fleiri mia. dollarar, varð samtykt beint fyri midnátt føroyska tíð við 363 atkvøðum fyri og 40 ímóti.
Við hesum hjálparpakkanum, kunnu borgarar m.a. sleppa at kanna seg fyri COVID-19 ókeypis, umframt at tey, sum eru smittaði fáa løn í tvær vikur, meðan tey eru heima. Harumframt fáa fyritøkur ein skattalætta til at fíggja hetta, skrivar DR.
Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur seg taka undir við hjálparpakkanum, og sostatt væntar mann, at hann eisini verður samtyktur í Senatinum í komandi viku, har republikanar hava meirilutan.
Í USA hevur mann stongt fleiri skúlar, arbeiðspláss og ítróttarhallir, og sambært búskaparfrøðingum, kann hetta virusútbrotið elva til fíggjarkreppu í landinum.
Í USA hava fleiri enn 2.000 fólk higartil fingið staðfest COVID-19, og 50 teirra hava latið lív.
Les eisini: COVID-19 fær Trump at lýsa neyðrættarstøðu í USA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald