Uttanlands

USA vil lata konsulát upp aftur í Grønlandi

Konsulátið, sum eftir ætlan letur upp í Nuuk næsta ár, er partur av einari størri ætlan hjá USA um at gera meira vart við seg í Arktis

Donald Trump (Savnsmynd: EPA)

Donald Trump (Savnsmynd: EPA)

2019-08-24 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, hevur ætlanir um at eitt amerikanskt konsulát aftur skal lata upp í Grønlandi.

Tað stendur í einum brævi frá amerikanska uttanríkismálaráðnum til Kongressina, sum tíðindastovan AP hevur fingið.

Uttanríkismálaráðið skrivar, at konsulátið er partur av einari størri ætlan hjá USA um at gera meira vart við seg í Arktis.

Í brævinum stendur, at USA hevur ein strategiskan áhuga í at styrkja politiska, búskaparliga og handilsliga sambandið í arktiska økinum.

USA lat upp sendistovu í Grønlandi í 1940, eftir at Týskland hevði hersett Danmark. Tað konsulátið lat aftur í 1953.

Sambært Politiken, skal nýggja konsulátið lata upp í Nuuk næsta ár.

Tað vakti ans, tá Trump í vikuni gjørdi av at avlýsa vitjanina til Danmarkar, sum skuldi vera 2. og 3. september. Orsøkin var, at danski forsetisráðharrin, Mette Frederiksen, ikki ynskti at tosa um møguleikan fyri at selja Grønland til USA.

Mette Frederiksen segði tað vera púra skilaleyst at tosa um, og tann útsøgnin fall ikki í góða jørð hjá amerikanska forsetanum, sum helt útsøgnina vera bæði óhóskandi og vemmiliga.

Men hósdagin tosaðu Donald Trump við Mette Frederiksen í telefon, og nú tykist alt at vera í lagi teirra millum.

Les eisini: Trump: Mette Frederiksen er ein frálík kvinna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder