Innanlands

USS Delaware vitjar aftur í Føroyum

Amerikanski kavbáturin hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi í sambandi við steðgin í Nólsoyarfirði

USS Delaware lá nakrar dagar á Oyrareingjum í juni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

USS Delaware lá nakrar dagar á Oyrareingjum í juni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-24 08:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski kavbáturin USS Delaware, sum vitjaði í Føroyum síðst í juni, kemur aftur til Føroya í dag.

USS Delaware kemur í Nólsoyarfjørð, og hevur hann diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi í sambandi við steðgin í Nólsoyarfirði, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Síðst USS Delaware, sum er kjarnorkurikin, vitjaði í Føroyum, lá hann við bryggju á Oyrareingjum í nakrar dagar. Hetta var fyrstu ferð, at ein kjarnorkurikin kavbátur vitjaði føroyska havn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder