Tórshavnar kommuna hevur lýst fýra øki omanfyri Argjahamar til privatar arbeiðstakarar at menna. Talan er um tvey øki til raðhúsabygging, eitt til íbúðarbygging og eitt til miðstaðarbygging.
Økini er partar av sjey bústaðarøkum í heildarætlanini hjá kommununi fyri Argjahamar, sum fevnir um ein matrikul, sum er 132.000 fermetrar til støddar.
Lendið liggur omanfyri bústaðarøkið Klingurstjørn, Skúlan á Argjahamri, Dagstovnin á Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri.
Sambært Tórshavnar kommunu er tað týdningarmikið, at økið kemur at umboða ein breiðan málbólk í samfelagnum við ymiskum bústaðarsløgum, bústaðarstøddum og eigaraviðurskiftum.
Tilboð skulu latast kommununi í seinasta lagi 25. november klokkan 12, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald