Fyrstu 14 starvsfólkini á Varðanum Pelagic hava tikið útbúgving sum hjálpi-roykkavari
Hesar síðstu tríggjar dagarnar hava fyrstu 14 starvsfólkini luttikið í skeiði, sum gevur teimum førleika sum hjálpi-roykkavari.
Ein hjálpi-roykkavari er eitt starvsfólk, sum kennir sítt arbeiðspláss væl, og sum í tilfelli av eldi kann hjálpa tí lokala sløkkiliðnum. Ein hjálpi-roykkavari kann virka sum vegvísari, so at sløkkiliðsfólkini koma skjótt til eldin, hjálpa við at opna hurðar, vísa hvar størstu virðini eru, so at tey kunna bjargast fyrst, og vísa á serliga sárbær umráðir.
Endamálið við útbúgvingini er eisini at geva luttakarunum neyðugu vitanina, og neyðugar royndir, so at tey kunna virka í tí dagligu tilbúgvingini.
Arbeiðsplássið fær við hjálp av hjálpi-roykkavaraútbúgvingini, eisini eitt fyribyrgjandi átak í móti eldi, sum er tann størsti vandin fyri eitt so stórt virkið.
Í næstu viku verður enn eitt hold av 14 fólkum útbúgvin sum hjálpi-roykkavari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald