Innanlands

Útbúgvin innan anestesi í Havn og Esbjerg

Petrina Maria Berg hevur tikið partar av serútbúgvingini til anestesisjúkrarøktarfrøðing á Landssjúkrahúsinum.

(Mynd: sjukrahus.fo)

(Mynd: sjukrahus.fo)

2026-10-07 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Petrina Maria Berg hevur tikið partar av serútbúgvingini til anestesisjúkrarøktarfrøðing á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur nú lokið útbúgvingina, og er byrjað í føstum starvi á Anestesideildini, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Útbúgvingin til anestesisjúkrarøktarfrøðing tekur tvey ár, og fevnir um bæði ástøði og kliniska venjing.

Útbúgvingargongdin hjá Petrinu hevur verið skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið og Esbjerg Sjúkrahús, har kliniski parturin er farin fram á báðum sjúkrahúsunum.

At partar av útbúgvingini nú kunnu takast á Landssjúkrahúsinum, er eitt týdningarmikið stig fyri førleikamenningina í sjúkrahúsverkinum. Tað gevur sjúkrarøktarfrøðingum betri møguleika at nema sær serútbúgving innan anestesi, samstundis sum ein størri partur av útbúgvingini kann fara fram í Føroyum.

Sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur arbeiðir Petrina millum annað við doyving í sambandi við skurðviðgerðir og við akuttum støðum. Starvið krevur bæði høga fakliga vitan, tekniskar førleikar og samstarv við aðrar fakbólkar.

Við loknu útbúgvingini heldur Petrina fram á Anestesideildini á Landssjúkrahúsinum, nú sum fastur anestesisjúkrarøktarfrøðingur. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder