Innanlands

Útbúgving í dialektiskari afterðarterapi

Blákrossheimið hevur skeiðsvirksemi á skránni í heyst

Blákrossheimið

Blákrossheimið

2020-09-02 12:36 Author image
Innsent
placeholder

Blákrossheimið skipar í vetur fyri útbúgving í dialektiskari atferðarterapi, eisini stytt DAT. DAT er eitt vísindaliga viðurkent sálarfrøðiligt háttalag, sum verður brúkt í nógvum ymiskum viðgerðarhøpum. Skeiðið er ætlað øllum, sum arbeiða við menniskjum og ynskja grundleggjandi sálarfrøðiligar førleikar til at skilja og viðgera sálarlýðing.

Blákrossheimið brúkar DAT í sínari viðgerð fyri rúsnýtsluórógv.

Tað verður danski sálarfrøðingurin Casper Aaen, sum kemur at undirvísa. Casper Aaen er cand.aut.psyk og arbeiðir dagliga á sjúkrahúsinum í Glostup við brúkarum, sum hava persónligheitsórógv. Hann arbeiðir útfrá princippunum í dialektiskari atferðarterapi.

Hann hevur skrivað bøkurnar “Lev med dine følelser” (2011) og "Kom over dit livs traume" (2014). Casper Aaen hevur eftirútbúgvingar í systemiskari terapi frá INPRAXIS, kognitivari terapi frá SAKT og dialektiskari atferðarterapi frá Prof. Alan Fuzetti, Prof. Christopher Fairburn, Prof. Edna Foe (PTSD), Prof. Marsha Linehan og Prof. Åse Nilsonne.

Undirvísingin verður í Tórshavn, 22.-24. oktober, 19.-21. november og 10.-13. desember. Tilmeldingarfreist er 1. oktober.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder