Føroyski Vinnukavaraskúlin fer eftir summarsteðgin, undir at útbúgva kavarar innan kaving við luftveiting frá landi. Tað hevur áður ikki verið møguligt at útbúgva seg innan slíka kaving, í Føroyum.
Við hesari útbúgvingini fáa føroyskir kavarar enn fleiri møguleikar, at leggja sær sítt arbeiði til rættis og kunnu víðka munandi um sínar vinnumøguleikar m.a. kunnu kavararnir tá leingja um effektivu arbeiðstíðuna á botni, avgreiða trýstlætting í sjónum ella í trýsttanga, arbeiða við amboðum ið fáa orkuveiting av vatnskorpuni t.d. sveisa, skera, brenna, hátrýstspula, bora, injekta o.s.fr.
Útbúgvingin av kavarum, við luftveiting frá landi byggir á sama leist, sum grundútbúgvingin innan vinnukaving SCUBA kavaraútbúgvingin ger.
Føroyska grundútbúgvingin innan vinnukaving hevur fingið fleiri viðurkenningar uttanfyri landoddarnar.
Leiðslan á vinnukavaraskúlanum arbeiðir nú við seinastu fyrireikingunum, soleiðis at tað verður møguligt hjá fyrstu næmingunum, at byrja at útbúgva seg eftir summarsteðgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald