Barna- og útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, tilnevndi í vikuni útbúgvingarráðið til námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina.
Útbúgvingarráðið hevur til uppgávu at ummæla og umrøða alt, ið hevur við námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina at gera. Talan er eitt nú um at ummæla námsskipanir, lærugreinar og námsætlanir.
Limirnir í útbúgvingarráðnum hava øll holla vitan um arbeiðsøkini, ið útbúgvingin fevnir um.
Limir í útbúgvingarráðnum eru:
- Jakob Skaaning, formaður og Friðrika M. Kristiansen,varalimur.
- Umboð fyri lærararnar: Rakul Nolsøe í Lágabø, limur, og Eir Jógvansdóttir Norðberg, varalimur.
- Kommunufelagið: Jan Laursen, limur, og Bina Reginsdóttir, varalimur.
- Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum: Annika Antoniussen, limur, og Sigrid Vesturgarð, varalimur.
- Hjálparfólkafelagið: Claus Højgaard, limur, og Eystan Elisson, varalimur.
- Almannaverkið: Elken Holm Wentzlau, limur, og Jarvin Feilberg Hansen, varalimur.
- Pedagogfelagið: Kára Danielsen, limur, og Jógvan Philbrow, varalimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald