2020-09-25 15:15
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 2,2% frá 1. januar 2021, soleiðis at eftirlønin fer frá 5.740 kr. um mánaðin til 5.865 kr. um mánaðin í 2021.
Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 70.380 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2021.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2019 vóru útgoldnar 568 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2020 er mett til umleið 590 mió. kr. mió. kr. og til umleið 620 mió. kr. mió. kr. í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald