Amerikonsku miðlarnir CNN, MS NOW og Politico upplýstu í gjár, at teir aftur hava fingið atgongd til Hvítu Húsini, eftir at teir fyrr á degnum vóru noktað atgongd til húsini.
Tað var hósmorgunin amerikanska tíð, at tíðindafólk hjá áðurnevndu miðlunum vórðu noktað atgongd í sambandi við, at amerikanski forsetin, Donald Trump fekk vitjan av kinesiska forsetanum Xi Jinping.
Hetta hendi, hóast ein dómari hevði givið umsitingini hjá Trump boð um at loyva miðlunum innaftur í Hvítu Húsini.
Á middegi amerikanska tíð fingu teir so atgongd aftur.
Tað var farna vikuskifti, at Trump boðaði frá, at hann fór at útihýsa tíðindafólkum hjá CNN, MS NOW of Politico, tí at miðlarnir sambært honum bera følsk tíðindi.
Miðlarnir boðaðu síðani frá, at teir fóru at stevna umsitingina hjá Trump og vístu til fyrsta ískoytið til amerikonsku grundlógina, sum snýr seg um talu- og pressufrælsi.
Les eisini: Amerikanskir miðlar stevna Trump-umsitingina
Hósdagin metti ein dómari so, at avgerðin hjá Trump um at útihýsa teimum trimum miðlunum var í stríð við amerikonsku grundlógina.
Dómarin, Tim Kelly fanst eisini at handfaringini hjá Trump av málinum. Hann vísir á, at einstaklingar skulu kunnast og hava møguleikan fyri at verða hoyrd, áðrenn umsitingin tekur frá teimum rættindi, sum eru vard av grundlógini.
Undan avgerðini hjá Tim Kelly segði amerikanska løgmálaráðið, at Trump kann avmarka atgongdina hjá tíðindafólkum til ávís øki, eitt nú skrivstovu hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald