Innanlands

Útlátið av vakstrarhúsgassi økt 6 prosent

Triðja ári á rað økist útlátið av vakstrarhúsgassi

(Savnmynd)

(Savnmynd)

2020-07-13 17:45 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Nýggj uppgerð vísir, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi í 2019 var 6,2 prosent størri enn í 2018, tað skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni. Hetta er triðja árið á rað, at útlátið av vakstrarhúsgassi økist. Vøksturin er á leið helvtina minni enn undanfarna ár. Um hugt verður eftir samlaða útlátinum, uttan útlendsk fiskiskip, hevur árligi vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassi verið javnur síðani 2016, eini 7-8 prosent um árið.

Samlaða útlátið var rættiliga støðugt árini frá 2001 til 2016, men tað í 2017 vaks munandi, har útlátið fyri fyrstu ferð var omanfyri eina millión tons av CO2 eindum, um bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum vera taldar við. Síðani vaks útlátið aftur í 2018 og 2019 har samlaða útlátið góð 1,2 mió. tons av CO2 eindum. Um útlátið frá útlendskum fiskiskipum ikki verður talt við, er vøksturin í útlátinum nakað minni og var samlaða útlátið í 2019 beint undir 1 mió. tons av CO2 eindum.

Nógv tann størsti parturin av samlaða útlátinum stavar frá nýtslu av brennievni. Áleið 88 prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2019 stavaði frá nýtslu av brennievni, meðan tíggju prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi stava frá nýtslu av F-gassi, sum er ein bólkur av sterkum vakstrarhúsgassi, sum verða brúkt í ídnaðinum. Meginparturin eru HFC-gass, sum verða brúkt í køliskipanum umborð á skipum. Seinastu 2 prosentini av samlaða útlátinum er frá landbúnaði, mest frá neytum og seyði.

Høvuðsorsøkin til vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassi er, at streymframleiðslan vaks 10 prosent í 2019, samstundis sum SEV fekk minni av orku burtur úr vindi og vatni. Øll økingin í el-framleiðsluni varð tí grundað á olju.

Ein onnur orsøk til vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2019 er, at brennistøðin hjá IRF í Leirvík brendi nærum helvtina meir í fjør enn  2018. Útlátið er eisini økt fyri akfør, har vøksturin var 5 prosent meðan útlátið fyri onnur skip var 9 prosent hægri í 2019.

Samanumtikið hevur brenning av olju og burturkasti økt samlaða føroyska útlátið við 3,7 prosent. Økta nýtslan av F-gassi hevur økt útlátið av vakstrarhúsgassi við 2,5 prosent. Samanlagt er útlátið av vakstrarhúsgassi økt 6,2 prosent.

Kelda: us.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder