Útlendingar við dronu órógva flogferðsluna

Minst tvær dronur flugu í gjár innan fyri stongda økið fyri slíka flúgving kring Vága Floghavn. Løgreglan hevur lagt hald á áðra

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-19 08:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíðliga seinnapartin í gjár valdi leiðslan fyri Vága Floghavn at steingja innflúgvingarleiðina yvir Miðvág eina løtu orsaka av, at ein drona var sædd í rættiliga høgari hædd beint á leiðini, har flogfør plaga at flúgva fyri at lenda í Vága Floghavn.

Løgreglan varð fráboðað, men tað eydnaðist ikki at finna fram til dronuna.

Nakað seinni var aftur ein fráboðan um dronu, hesaferð nakað nærri flogvøllinum, sørvágsmegin vatnið.

Hesaferð eydnaðist tað løgregluni, sum longu var á staðnum, at finna fram til eigaran, og hald varð lagt á dronuna. Talan var um útlendskt ferðafólk.

Í dag fer løgreglan at kanna myndirnar í dronuni fyri møguliga at finna prógv fyri, at dronan hevur flogin innan fyri stongdu leiðina.

Tað er soleiðis, at tað als ikki er loyvt at flúgva við dronu í einum øki, sum liggur innan fyri fimm kilometrar frá eini floghavn. Herheima merkir tað, at stórur partur av Vágum er stongdur fyri dronuflúgving. Bæði Sørvágur og Miðvágur liggja innan fyri stongda økið, umframt sjálvandi Vatnsoyrar og alt Sørvágs-/Leitisvatn og økið við Trælanípuna og Bøsdalafoss.

Sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni er revsingin fyri slíka flúgving bót, men óvist er hvussu stór hon verður, tí talan er um mál, ið ikki eru roynd í rættarskipanini fyrr, og tað er heldur ikki staðfest, um flúgving í stongdum øki við ein flogvøll, har vandi er fyri flogferðsluna, er meira revsivert enn flúgving í øðrum økjum, sum eru stongd fyri slíkari flúgving.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder