2021-06-17 16:11

Seinnapartin sást ein tyrla yvir havnarlagnum í Vágsbotni. Hon leitaði eftir einum báti, har ein sjúkur útlendskur maður var umborð.
Viðkomandi hevði boðað frá, at hann hevði tørv á hjálp, men dugdi ikki at siga, júst hvar hann var staddur.
Ein góð løta gekk, men so eydnaðist tyrluni at finna mannin. Sjúkrabilur var á staðnum og flutti hann á sjúkrahús.
Hetta váttar vakthavandi á løgreglustøðini og MRCC fyri Kringvarpinum. Tey hava ikki nærri viðmerkingar til støðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald