Føroyar, Grønland og Ísland samdust í fjør um at halda ein felags "Útnorðurdag" á hvørjum ári í øllum trimum londunum.
Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava vetrarjavndøgur. Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorði.
Í ár halda vit "Útnorðurdagin" 23. september, og øll eru vælkomin frá kl. 12 til 17.
Skrá:
Bæði stór smá kunnu luttaka og vera við til at lita grønlendskar myndir. Hetta er samstarv við Landsbókasavnið í Grønlandi. Eisini verður møguleiki at klippa og líma íslendsk orð og orðafelli.
Set teg niður í tann hugnaliga lesikrókin og droym teg burtur við søgum um Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl hjá Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler.
Spurnarkapping! Her kanst tú royna tína paratvitan um Grønland, Ísland og Føroyar. Hvussu nógv vita vit veruliga um okkara grannar? Góðir vinningar til alla familjuna.
Allan dagin verður útnorðurtónleikur at hoyra, sum Ragnar A. Jakobsen sett saman.
Vit vísa náttúrufilmar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Lat teg rúnarbinda av okkara vøkru fjøllum, firðum, havi, fuglum, bøum, gosfjøllum og djóralívi.
Fylg við á sosialu miðlunum fyri at síggja hvat hendir, luttaka í kappingum og fáa serlig tilboð.
Klokkan 16.00 verður konsert við Føroya Symfoniorkestri har íslendski klaverleikarin Vikingur Ólafsson er solistur. Atgongumerki til konsertina fáast í móttøkuni í Norðurlandahúsinum ella her. Tey framføra klaverkonsertina hjá Grieg og Tjajkovskij symfoni nr 5. Bernharður Wilkinson stjórnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald