Innanlands

Útnorðurdagurin setur matvøruveitingartrygd á breddan

Norðurlandahúsið, Norden i Fokus og NORA seta mat og veitingartrygd í fokus 23. september

Ungi kokkalærlingurin, Mogens Højsted, stendur á odda at geva fólki eina spennandi matuppliving í Norðurlandahúsinum 23. september

Ungi kokkalærlingurin, Mogens Højsted, stendur á odda at geva fólki eina spennandi matuppliving í Norðurlandahúsinum 23. september

2025-09-16 09:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

23. september er Útnorðurdagur, og dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum. Tað eru Norden i Fokus, Norðurlandahúsið og NORA (Norrønt Atlantssamstarv) sum saman skipa fyri degnum.

NORA skipaði í fjør fyri stóru kokkakappingini Arctic Young Chef (www.ayc.fo), sum setti sjóneykuna á mat úr fleiri sjónarhornum. Eitt nú skuldu kokkarnir, sum kappaðust, gera mat úr rávørum, sum vanliga ikki vera so nógv brúktar, eitt nú saltfiski, skrubbu og kópi.

Burðardygd og matoyðsl vóru tískil í miðdeplinum í kappingini og við hesum sum støði, fara vit á Útnorðurdegnum at taka fram tær royndirnar sum gjørdar vóru í kappingini. 

Á skránni eru tríggjar framløgur:

  • Jákup Sørensen, ráðgevi á NORA – Arctic Young Chef sum støðið undir lokalum stuttfluttum rávørum, vitan og matvøruveitingartrygd
  • Tróndur Leivsson stjóri á Búnaðarstovuni – Matvøruveitingartrygd í Føroyum, lýst við dømum úr norðurlendskari frágreiðing um sjálvsveiting í smásamfeløgum
  • Gutti Winther, kokkur og samskipari av tiltakinum "Úr Haga á Hill" – Matvøruveitingartrygd í verki: Royndir frá verkætlanini ”Úr Haga á Hill”, har staðbundnar og lítið gagnnýttar rávørur skuldu brúkast í vinnuligari framleiðslu

Dagurin endar við brellbitum sum eru gjørdir við støði í hugsanini um matvøruveitingartrygd og tilbúgving. Tað verður unga kokkatalenti, Mogens Højsted, ið var ein av føroysku luttakarunum í Arctic Young Chef, sum stendur á odda at geva eina spennandi matuppliving. Saman við sær hevur hann teir tríggjar royndu kokkarnar, Gutta Winther, Janus Einar B. Sørensen og Jaspur Svabo Jørgensen.

Tiltakið, sum er alment og ókeypis, verður 23. September klokkan 15 til16.30 í Skálanum í Norðurlandahúsinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder