Álopið á Facebook, sum hevur rakt næstan 50 milliónir brúkarar, er sera víðfevndandi og álvarsligt, og hevur millum annað rakt føroyskar brúkarar.
Um tú ert blivin ritaður út á Facebook í gjár ella ein av teimum komandi døgunum, so ert tú helst raktur av álopinum, sigur Peter Kruse, KT-trygdarserfrøðingur frá CSIS við dr.dk.
Og hóast Facebook sigur, at tað ikki er neyðugt, so mælir Peter Kruse til at broyta loyniorðið.
- Facebook sigur, at tey loysa trupulleikan. Men tað broytir ikki tann veruleika, at títt loyniorð kann koma í skeivar hendur. Eg mæli tí til, at tú broytir loyniorð. Og brúkar tú sama loyniorð á øðrum tænastum, so skalt tú eisini broyta tað, mælir Peter Kruse til.
Sambært Facebook, hava teldusníkarnir funnið eitt hol í "Vís sum"-funkuni, sum ger tað møguligt at síggja hvussu tin vangi sær út, tá onnur hyggja eftir honum.
Les eisini: Teldusníkar brotið inn á 50 milliónir Facebook vangar - eisini føroyskar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald