2023-10-04 13:01
Í morgun vórðu boð eftir bjargingarbátinum Arun at sleipa ein útróðrarbát, sum hevði tørv á hjálp.
Tað var stutt fyri klokkan sjey, at skiparin á bátinum, sum var staddur í Nólsoyarfirði, boðaði MRCC frá, at hann var uppsteðgaður og hevði tørv á sleipi til lands.
Trý korter seinni komu bátarnir á Havnina, skrivar Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald