![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Mikudagin kunngjørdi Norðurlandahúsið, at Týr og Føroya Symfoniorkestur fóru at hava tvær konsertir í februar
Í gjáramorgunin byrjaði atgongumerkjasølan, og eftir bert ein hálvan tíma vóru helmingurin av teimum 1600 atgongumerkjunum seld
Eftir sjey tímar var alt útselt. Norðurlandahúsið upplýsir, at tað hevur ongantíð gingið so skjótt at selja atgongumerkji til tvær konsertir áður, og nú verður arbeitt við møguleikanum fyri einari eykakonsert. Meira upplýsingar verða um hetta mánadagin
Konsertirnar, har pláss er fyri 800 fólkum til hvørja, verða 7. og 8. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald