Veðurforsøgnin fyri hóskvøldið sær ikki út til at vera serliga góð, og hetta ávirkar ferðaætlanina hjá Smyrli í morgin.
Heimasíðan hjá Strandferðsluni boðar frá, at tveir túrar verða útsettir - fyri at spreiða túrarnar fyri dagin betur út - meðan tveir teir seinastu túrarnar á vanligu ferðaætlanini verða avlýstir.
- Vegna veður verður siglt soleiðis á leið 7: Hósdag 30. oktober Túrurin av Krambatanga kl. 11:30 verður fluttur til kl. 14:00. Túrurin úr Havn kl. 14:15 verður fluttur til kl. 17:00. Túrurin av Krambatanga kl. 17:30 verður avlýstur. Túrurin úr Havn kl. 21:15 verður avlýstur.
Bíleggingar til fluttu túrarnar verða eisini fluttar, og Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broytingarnar hjá Smyrli, kunnar ssl.fo um.
Smyril kom aftur úr dokk 13. oktober - tað er eisini vorið eitt mál. Í tíðini hjá Galaxy vóru munandi fleiri túrar avlýstir, enn tað vanliga eru fyri sama tíðarskeið á árinum hjá Smyrli.
Sí eisini: Ótollaðar vørur: 14 starvsfólk hjá Strandferðsluni fingu samanlagt yvir 100.000 krónur í bót
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald