Innanlands

Uttandurakonsert við Halli Joensen á Helluni á Viðareiði í kvøld

Øll eru vælkomin, men mint verður á at halda fjarstøðu

2020-04-23 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld, hóskvøldið, 23. apríl, umleið kl. 20:30 fer Hallur Joensen at hava eina konsert niðri á Helluni á Viðareiði.

Hetta upplýsir Viðareiðis kommuna á heimasíðu sínari. 

- Møguliga verður eitt sindur yvirskýggjað, um vit lurta eftir veðurmonnunum, men vónandi verður veðrið ikki til hindurs fyri eini góðari konsert við nógvum glaðum áhoyrarum.

Tilmæli frá myndugleikunum er, at fólk skulu halda frástøðu og ikki savnast í stórum bólkum.

Viðareiðis kommuna skrivar, at øll eru vælkomin til konertina í kvøld, men minnir á at fjarstøðu verður hildin. 

Seinastu kvøldini hava nógv leitað sær til Viðareiðis, har sólsetrið er sera vakurt slíkar góðveðurdagar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder