Í morgun varð kunngjørt, at ein føoryingur er smittaður við Coronavirusinum.
Sí eisini: Video: Corona i Føroyum - soleiðis er støðan nú
Viðkomandi persónurin, ein maður úr Havn, kom til Føroyar 24. februar. Hann hevði verið í París á eini ráðstevnu saman við nógvum øðrum fólkum, sum seinni hava fingið staðfest covid-19. Hann er nú í sóttahaldi - karantenu - saman við familjuni
Les eisini: Fleiri fáa boð um at fara í sóttahald í dag
Í sambandi við at coronavirussmittan (covid-19) hevur spjatt seg víða seinastu mánaðirnar, og nú er komin til Føroyar, ger Uttanríkis- og mentamálaráðið vart við møguleikarnir hjá føroyingum uttanlands at venda sær til sín.
Til ber at ringja á telefon 30 65 55 við møguligum spurningum við støðuna. Harumframt hava Føroyar sendistovu í Keypmannahavn, Reykjavík, London, Brússel, Moskva og Beijing, sum fólk eisini eru vælkomin at venda tær til.
Á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum sæst ein ferðavegleiðing.
Uttanríkis- og mentamálaráðið vísir til trý støð, har møguleiki er at lesa meira coronavirussmittuna. Tað er á heimasíðunum hjá:
Heilsutrygd hevur eisini vegleiðingar til at fyribygja smitu og um ein verður sjúkur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald