Uttanríkispolitiska nevndin í Fólkatinginum hevur í dag eykafund á Christiansborg, har eitt mál er á skránni - viðurskiftini millum danska ríkið og USA, skrivar danskir miðlar.
Innkallað er til fund, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland.
Umboð fyri donsku stjórnina, sum luttaka á fundinum, eru uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.
Fundurin í uttanríkispolitisku nevndini verður klokkan 17 føroyska tíð.
Tað er nakað seinni, enn fundirnir plaga at verða hildnir, skrivar TV2. Eisini verður fundurin í einum serliga tryggum rúmi á Christiansborg uttan vindeygu. Nevndarlimir skulu lata fartelefonirnar vera uttanfyri, og teir sleppa heldur ikki at hava kaffikoppar við inn í rúmið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald