2023-10-28 17:51
Veðurtíðindini klokkan 13 vóru lisin í útvarpinum fyri seinastu ferð í dag. Í øllum førum á hesum sinni.
Útvarpsskráin verður frá mánadegnum broytt soleiðis, at veðurtíðindini klokkan 13 ikki longur verða lisin, og eisini verður tíðindasendingin klokkan 14 tikin av skrá.
- Lurtarakanningarnar hjá okkum vísa, at so fá lurta eftir veðurtíðindunum klokkan 13 og tíðindasendingini klokkan 14, sigur Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, við útvarpið.
Tíðindaleiðarin ger tó vart við, at veðrið framvegis verður lisið upp sum vant í øllum tíðindasendingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald