Innanlands

Útvið 7.000 sivil fólk dripin í Ukraina

Og 10.947 onnur eru komin til skaða síðani russisku innrásina fyri tíggju mánaðum síðani. Hetta vísa tøl hjá ST, sum í veruleikanum helst eru hægri. ES fer at stuðla yvir 700.000 ukrainum í vetur

2022-12-28 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er eingin loyna, at kríggið í Ukraina hevur havt nógvar vanlukkiligar fylgjur við sær, og nýggj tøl hjá ST vísa, at 17.831 sivil fólk eru deyð ella komin til skaða í krígnum.

Av hesum eru 6.884 dripin, og nærum 11.000 eru særd. Hesi tølini eru fyri beint yvir tíggju mánaðir - síðani russisku innrásina 24. februar. Tey umfata ikki øll tey, ið hava verið noydd at flýggja úr egnum heimi og sum annars eru ávirka av krígnum - og heldur ikki herfólk.

ST upplýsir, at tey flestu sivilu eru rakt í samband við spreingingar - millum annað við rakettum og missilum. Sambært Sameindu Tjóðum er talið av deyðum og særdum helst munandi hægri, tí fleiri skrásetingar eru seinkaðar, og tað er trupult at fáa vátta deyðstalið í ávísum økjum.  

Ein ES-sendinevnd, ið er í Ukraina, hevur í dag upplýst, at ES fer at stuðla yvir 700.000 ukrainum við at koma gjøgnum veturin nú her í krígstíð.

Talan er um stuðul til millum annað umvælingar av flóttafólkalegum og húsum, reinføri, atgongd til vatn, teppur og annað. The Guardian skrivar eisini, at í summum førum kunnu ukrainar fáa brennievni sum stuðul ella peningin beinleiðis sum kontantar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder