Innanlands

Væl færri nýggir tilburðir seinastu tveir dagarnar

Fáir tilburðir av korona seinastu tveir dagarnar. Hava vit sæð tað ringasta á hesum sinni? Sí hagtølini her

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-08-15 16:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú eru bara 28 kanningar frá fríggjadegnum, sum mangla at verða greinaðar, og við tí fyrivarni, at talið kann broytast, eru higartil bara tríggir tilburðir.

Hósdagin vóru fimm tilburðir staðfestir, og vit hava sostatt tveir dagar á rað við væl lægri tali av tilburðum, enn vit annars hava havt í smáar tvær vikur. Tað var serliga týsdagin í síðstu viku, at talið var høgt, tá heili 38 fólk fingu staðfest smittuna. Síðani hevur talið ligið millum 16 og 7 tilburðir.

Tilsamans 145 tilburðir eru staðfestir í hesari bylgjuni. Fleiri enn 900 fólk eru í sóttarhaldi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder