Seinnapartin stóð Turid Hermannsdóttir væl og virðiliga sína ph.d.-verju á Setrinum við ritgerð síni um m.a. reproduktivar royndir í avmarkandi politiska umhvørvinum viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum.
Hvat orð vildi tú brúkt á føroyskum um orðið "silence"?, spurdi tann eini andmælingurin Turið, sum í - ensku - ritgerð síni um fosturtøkur og reproduktivar royndir í Føroyum, m.a. skrivar um tabuiseringina av fosturtøku í Føroyum.
- Tøgn, svaraði Turið.
- Og larmandi tøgn, legði hon aftrat.
Granskingin hjá Turið Hermansdóttir, sum nú kann kalla seg ph.d, er slóðbrótandi, tí etnografisk vitan um fosturtøkur hjá føroyskum kvinnum og aðrar royndir í sambandi við nøring er ikki tað, sum fyllir mest á granskingarhillunum her á landi.
Verjan var sera áhugaverd, og Turið dugdi væl at svara fyri seg, tá andmælingarnir tráspurdu hana um tey úrslitini, sum hon er komin við í gransking síni.
- Tú lýkur treytirnar um hægsta akademiska standard, og dómsnevndin heldur, at tú ert ein sera lovandi ungur granskari, sum vit í dag veita ph.d.-prógv, segði Erika Hayfield, forkvinna í dómsnevndini, eftir dómsviðgerðina.
Turið hevur verið innskrivað á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og á IMT á RUC í Danmark.
Vegleiðarar hava verið Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetrinum, og Betina Dybbroe, professari á RUC.
Í metingarnevndini vóru Erika A. Hayfield, lektari á Fróðskaparsetrinum og forkvinna, Nicole Thualagant, lektari á RUC, Marcin Smietana, seniorgranskari á University of Cambridge, Stine Adrian, professari á Aalborg Universiteti og Nanna Schneidermann, lektari á Aarhus Universiteti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald