Ein hin best væl umtókti sangarin, tá tað kemur til írskan countrytónleik, Nathan Carter, verður eitt av høvuðsnøvnunum tá tað aftur verður kontrifestivalur á Dungasandi í Sørvági.
Nathan Carter er 33 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Liverpool í Onglandi, men foreldur hansara koma úr Norðurírlandi.
Hann kom við síni fyrstu útgávu longu sum 17 ára gamal í 2007, og síðan hevur hann givið út nýggjar plátur á næstan hvørjum ári. 14 heildarútgávur er tað blivið til umframt seks konsertupptøkur og ein savnspláta.
Nathan Carter upptraðkar við einum blandi av amerikanskum country og írskum og skotskum fólkatónleiki og og so sangir sum hann sjálvur skrivar í eyðkendum írskum country-fólk-stíli.
Umframt at syngja, plagar hann eisini at upptraðka við harmoniku, sum hann er rættiliga kringur at spæla uppá. Hann hevur egnan bólk við sær, tá hann kemur til Føroya í summar.
Sørvágs Country og Bluesfestivalur verður hildin í døgunum 6. til 8. juni. Nøvn, sum eru kunngjørd at spæla í ár eru Magni Christiansen, Tinganest, Evi Tausen og Jens Marni & Kim Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald