Mentan

Vænta at Sissal fær eitt gott úrslit í kvøld

Dreymurin hjá Sissal er at enda í topp 13, og sambært danska Eurovision-viðmerkjaranum, Ole Tøpholm og Simon Falk, sum skrivar fyri altjóða Eurovision fjepparamiðilin, Wiwibloggs, kann væntast, at Danmark fær eitt gott úrslit í kvøld

Hóskvøldið sang Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen seg í Eurovision-finaluna, sum fyrsti føroyingur nakrantíð (Mynd: EPA)

Hóskvøldið sang Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen seg í Eurovision-finaluna, sum fyrsti føroyingur nakrantíð (Mynd: EPA)

2025-05-17 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld skal føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen á pall í Eurovision finaluni, og hon fær helst eitt gott úrslit.

Tað siga danski Eurovision-viðmerkjarin, Ole Tøpholm og Simon Falk, sum skrivar fyri altjóða Eurovision fjepparamiðilin, Wiwibloggs.

Í hálvfinalunum vóru tað bert atkvøður frá hyggjarunum, sum avgjørdu, hvør slapp í finaluna, men í kvøld avgera dómsnevndirnar helvtina av stigunum, og tað kann vera ein fyrimunur hjá Sissal, sigur Simon Falk við danskar miðlar.

– Hon líkur nógvar av teimum treytunum, sum dómsnevndin leggur dent á: eina sterka rødd og ein vælskrivaðan sang (...) Tað er ein sterkur poppsangur, sum nógv dáma, og sum hon syngur væl, sigur hann.

Eisini vísir hann á, at Noreg, Svøríki og Ísland kunnu atkvøða fyri Danmark í kvøld. Tað kundu tey ikki undir seinnu hálvfinalu hósdagin, av tí at hesi londini luttóku í fyrru hálvfinalu.

Simon Falk væntar, at tað fer at bera til hjá Sissal at koma í topp-15.

Ole Tøpholm heldur eisini, at Danmark fær eitt fínt úrslit.

– "Hallucination" hevur so sterka rødd, at eg kann ikki trúgva annað, enn at dómsnevndin fer at løna hesum aftur.

Fyrrapartin segði Sissal við Kringvarpið, at tað er hennara dreymur at enda í vinstru síðu av stigtalvuni - tað vil siga enda í topp 13 av 26. Sí samrøðuna her.

Veddingarfyritøkan Danske Spil metir í løtuni, at møguleikin hjá Sissal at vinna alla kappingina er undir eitt prosent. Mest sannlíkt er, at hon endar millum 15. og 20. pláss, sigur umboð hjá Danske Spil við DR.

Eurovision finalan verður í kvøld klokkan 20, og sæst millum annað á KVF. Sissal skal á pallin sum nummar 22.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder