Jóhanna Norðberg Niclasen undir listafólkanavninum Sissal verður við millum tey átta, sum fara á pallin í danska Melodi Grand Prixnum 1. mars.
Jóhanna Norðberg Niclasen (Mynd: Kirsten Ellebæk / DR)
Og hon verður mett at hava góðar møguleikar. Tað ber til at seta pengar á næstan alt og Melodi Grand Prix er einki undantak. Setur tú pengarnar á Sissal við lagnum Hallucination fært tú bara pengarnar 2,25 ferðir aftur.
Maria Mathea við lagnum "Air" er tann, sum verður spátt at hava næstbest møguleikar. Har fáast pengarnir 4,25 ferðir aftur.
(Skíggjamynd: Danskespil.dk)
DR lýsir Sissal sum eina kvinnu, sum útstrálar power og sjálvsálit. Hon hevur ofta fingið at vita, at hon fyllir ov nógv, men hon hevur lært at brúka tað sum eina styrki.
Seinastu árini hava nógvir føroyingar luttikið í danska Melodi Grand Prixnum, sum er undankapping til Eurovision. Janus Wiberg Mortensen endaði í fjør á triðja plássi, og fyri tveimum árum síðani vann Rani Petersen undir navninum Reiley kappingina, og umboðaði Danmark í Eurovision.
Les eisini: Føroysk sangarinna við í Dansk Melodi Grand Prix
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald