Innanlands

Vænta at sløkkja í ein tíma afturat

Tamarhald er á støðuni, men tað tekur langa tíð at sløkkja. Enn er óvist um nakar fólkaskaði er

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2025-08-17 21:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eldur er framvegis í húsunum í Hornabø, sum fráboðan kom um fyrr í kvøld.

Væntandi tekur tað ein tíma afturat áðrenn eldurin er sløktur. Húsini hava fingið stóran skaða.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tað enn er ógreitt um nakar fólkaskaði er. 

[object Object]

Munandi meira ferðsla er í økinum í kvøld í mun til eitt vanligt sunnukvøld og løgreglan heitir á fólk um at virða avsperringarnar.

Talan er um eini sethús við síðurnar av Kiosk Aktiv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder