
Pallarnir eru komnir upp og økið rundan um er riggað til allar teir mongu festivalgestirnar, sum vitja í Syðrugøtu um vikuskiftið.
Útvarpstíðindini á FM1 prátaðu við Høgna Lisberg, tónleikastjóra í G! á middegi, og hann lat væl at.
- Tað góða veðrið, vit hava havt seinastu dagarnar heldur fram. Her er púra stilt og gott veður segði tónleikastjórin í telefonini úr Gøtu.
Hann segði, at á G! leggja tey dent á ikki at goyma tað besta til síðst, so allir dagar hava nakað fyri breiðu fjøldina.
Høgni Lisberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
- Í dag hava vit Beinir sum letur stóra pallin upp, og vit vænta nógv fólk til tað. Hetta verður klokkan 18, greiddi Høgni Lisberg frá.
Fríggjakvøldið er tað lokala heimsstjørnan Eivør, sum er høvuðsnavn á stóra pallinum, og tað er eingin sum klárar at fylla økið, sum hon, siga tey í Gøtu.
- Eitt sum fer at savna øgiliga nógv fólk verður leygarkvøldið tá Hallur Joensen verður á Sandinum, Sissal á spæliplássinum og eitt av høvuðsnøvnunum Kaleo verður á Sandinum, segði Høgni Lisberg við FM1.
Umframt hesi eru nógv onnur forvitnisslig nøvn á skránni, sum sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald