Innanlands

Vænta vápnahvíld í Gaza í annaðkvøld

Og at teir livandi gíslarnir í Gaza verða leyslatnir um vikuskifti, har Donald Trump eftir ætlan eisini kemur til Jerusalem

2025-10-09 15:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nátt komu boðini um, at Hamas og Ísrael bæði hava góðtikið eitt uppskot um friðaravtalu.

Hetta eru góð tíðindi fyri ógvuliga mong og tað mest týðandi fetið móti friði í ógvuliga stríðnum seinastu tvey árini.

USA hevur havt sín leiklut, og seinnapartin skrivar Reuters, at Donald Trump eftir ætlan kemur til Jerusalem sunnudagin.

Hetta er útfrá útsagnum frá forsætissmálaráðnum í Ísrael, sum skal taka ímóti amerikansa forsetanum.

Sí eisini: Trump sat á fundi, tá boðini komu

Tað hevur ginið lutfalsliga skjótt, at fingið eina semju í lag. Fyrsti partur av avtaluni snýr seg um at leyslata gíslarnar úr Gaza og palestinskar fangar í fongslum í Ísrael.

Sambært Shosh Bedrosian, talskvinnu hjá ísrealsku stjórnini, byrjar vápnahvíldin í Gaza í annaðkvøld. 

Um alt gongst eru teir tjúgu livandi ísraelsku gíslarnir, sum hava verið undir ræðinum hjá Hamas í tvey ár, aftur í heimlandinum, áðrenn mánadagurin er av. Ísraal fer eisini at lata palestinskar leysar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder