Uttanlands

Væntar at hava koppingarevni klárt í ár

Amerikanski forsetin vil hava skúlarnar latnar uppaftur í september

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-05-04 07:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA hevur eitt koppingarevni móti koronavirus klárt áðrenn hetta árið er av.

Tað segði Donald Trump, forseti í nátt í eini sjónvarpssending á Fox News.

Donald Trump sigur eisini, at hann fer at heita á statirnar um at lata skúlar og universitet uppaftur í september, skrivar Ritzau.

Í farnu viku segði Anthony Fauci, ovasti ráðgevi hjá Donald Trump og stjóri fyri National Institute of Allergy and Infectious Diseases, at USA fór at hava eitt koppingarevni klárt í januar.

Fleiri lond kappast við USA um at gerast fyrsta landið við einum koppingarevni. Donald Trump sigur, at hann gleðist, um okkurt annað land kemur áðrenn USA.

- Eg taki hattin av fyri tí landinum. Fyri meg er tað líka mikið, hvør verður fyrst. Eg vil bara hava eitt koppingarevni, sum virkar, segði Donald Trump.

Orsøkin til, at tað kann taka meira enn eitt ár at menna eitt koppingarevni er, at tað fyrst skal eftirkannast væl og virðiliga, eitt nú á fólkum.

Donald Trump sigur, at tað eru fleiri, ið hava bjóðað seg sjálvboðin sum royndarpersónar fyri heiliváginum.

Forsetin viðgekk í sjónvarpssendingini, at hansara væntan um nær koppingarevnið er klárt, er eitt sindur fyrr enn ráðgevarar hansara hava sagt.

- Læknarnir siga, at eg ikki skuldi havt sagt hetta, men et sigi tað, eg hugsi, segði Trump í sendingini.

USA hevur skrásett meira enn 1,1 milliónir fólk við koronasmittuni, og yvir 67.000 av teimum hava latið lív, vísti ein uppgerð hjá John Hopkins University í nátt, okkara tíð.

Tað er áleið ein fjórðingur av øllum teimum, sum eru deyð við korona í heiminum.

Donald Trump hevur funnist at Kina fyri ikki hava uppgivið rætta talið á deyðum. Kina hevur skrásett 4.637 deyð við koronavirus, skrivar Ritsau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder