Uttanlands

Væntast at samtykkja revsitiltøk móti Iran í dag

Orsøkin er, at Iran hevur avrættað mótmælisfólk og latið vápn til Russland, sigur uttanríkisstjórin í ES

Iran noyðist at skilja, at ES fordømir tað, sum gongur fyri seg, sigur uttanríkisstjórin í ES (Mynd: EPA)

Iran noyðist at skilja, at ES fordømir tað, sum gongur fyri seg, sigur uttanríkisstjórin í ES (Mynd: EPA)

2022-12-12 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fer ES at samtykkja nýggj revsitiltøk móti Iran.

Tað sigur Josep Borrell, uttanríkisstjóri í ES, sum í dag skal fundast við uttanríkismálaráðharrar í ES-londunum í Brússell.

Borrell tosaði fríggjadagin við uttanríkismálaráðharran í Iran, og ávaraði hann tá um møgulig revsitiltøk.

Talan verður um hørð tiltøk, sigur Borrell, sum sigur orsøkina vera, at Iran hevur avrættað mótmælisfólk og latið vápn til Russland.

Revsitiltøkini móti Iran fara bert at raka persónar og løgfrøðiligar eindir og ikki ávísar geirar, eins og tey tiltøkini, ES hevur samtykt móti Russlandi.

Les eisini: ES nærkast fleiri revsitiltøkum móti Russlandi

Revsitiltøkini fara eftir persónum og møguliga eisini løgfrøðiligum eindum, sum hava tilknýti til kúgan av mótmælisfólkum í Iran ella vápnaútflutning til Russlands.

Borrell sigur, at samrøða hansara við iranska uttanríkismálaráðharran var torfør, men at Iran noyðist at skilja, at ES fordømir tað, sum gongur fyri seg, og fer ES at stuðla iranskar kvinnur og friðarlig mótmæli, og taka frástøðu frá deyðarevsingini.

Les eisini: Iran: Enn ein persónur avrættaður í sambandi við mótmæli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder