
2024 gjørdist higartil besta ár hjá Vága Floghavn, bæði viðvíkjandi ferðafólkatali og farmi. Í árinum ferðaðust 444.035 fólk um flogvøllin, og er hetta heldur meira enn tey 431.079, sum fóru um flogvøllin í 2023. Eisini setti nøgdin av farmi met, tí tey góðu 7.200 tonsini, sum fóru um flogvøllin, eru fýra, fimm ferðir so mong, sum gamla metið.
Hækkandi ferðafólkatalið og farmurin hava sjálvandi ávirkan á inntøkur felagsins, men hækkandi útreiðslum slepst ikki undan í hesum sambandi. Um búskaparligu gongdina í árinum ber annars til at siga, at bruttoúrslitið er vaksið rættiliga fitt, men starvsfólkakostnaðirnir og fíggjarligu kostnaðirnir eru samstundis hækkaðir samsvarandi. So hóast bruttoúrslitið fór úr 46.266 t.kr. í 2023 upp í 56.833 t.kr. í 2024, so lá ikki meira eftir á botnlinjuni.
Vaksandi virksemið krevur fleiri hendur og harav hækkandi starvsfólkakostnað. Afturat hesum koma munandi vaksandi fíggjarligir kostnaðir, nú stórar íløgur verða gjørdar. Verkfallið, sum var tíðliga á sumri í fjør hevði eisini ávirkan á ferðafólkatal og harvið eisini á inntøkurnar hjá Vága Floghavn.
Vága Floghavn er í gongd við stórar íløgur og aðrar eru komandi, samstundis sum stórt og kostnaðarmikið viðlíkahald liggur fyri framman. Sum partur av kritiska undirstøðukervi Føroya hevur Vága Floghavn serliga ábyrgd at tryggja, at fólk og farmur til eina og hvørja tíð hava møguleika at koma og fara loftvegis. Hetta hevur eisini ávirkan á, hvussu felagið raðfestir, tá støða skal takast til, hvussu tøku miðlar felagsins verða nýttir. Somuleiðis setur hetta krøv til inntøkugrundarlagið sum skal til, fyri at veita hesa trygd. Í hesum sambandi hevur Vága Floghavn avgjørt at broyta nýtslugjøldini kravd verða inn, og kemur broytingin í gildi tann 1. apríl komandi ár.
Um rakstur felagsins fyri árið kann annars sigast, at starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu úr 31.705 t.kr. upp í 39.680 t.kr., og rakstrarkostnaðirnir fóru úr 28.203 t.kr. upp í 30.146 t.kr. Avskrivingarnar vóru heldur lægri enn undanfarna ár. Tær fóru nevniliga úr 16.751 t.kr. niður í 15.823 t.kr. Í sambandi við munandi hækkaða lántøku fóru fíggjarkostnaðirnir úr 4.042 t.kr. upp í 10.318 t.kr. Avlopið á 1,4 mió.kr. fyri 2024 er væl minni enn tær 3,9 mió.kr. í 2023, men er sum nevnt munandi ávirkað av verkfallinum í fjør.
Við stóra tørvinum á íløgum og kostnaðarmiklum viðlíkahaldi í huga er eyðsæð, at Vága Floghavn hevur fyri neyðini at hava støðug nøktandi úrslit, tí annars er møguleiki neyvan fyri alla tíðina at arbeiða við neyðugum tillagingum, soleiðis at umstøðurnar á flogvøllinum, í farstøðini og tænastubygningunum nøkta tørvin hjá brúkarunum. Sum dømi kann nevnast, at ætlandi verður flogbreytin asfalterað í ár. Hetta er eitt arbeiði fyri omanfyri 100 mió.kr.
Í hesum døgum hevur Vága Floghavn eina verkætlanarkapping í gongd um nýggja farstøð. Innbodnu ráðgevaratoymini hava freist til hálvan mai at lata síni uppskot inn, og verður eftir hetta avgjørt, hvør vinnur kappingina. Eisini fæst væntandi tá at vita, hvussu mikið ein tílík verkætlan fer at kosta.
Væntanir fyri 2025
Vága Floghavn hevur góðar vónir fyri 2025, og væntandi verður 2025 nýtt metár, bæði viðvíkjandi ferðafólkatali og farmi. Upplýsingar frá flogfeløgunum benda á, at bókingarnar fyri komandi tíðina eru fleiri enn undanfarin ár, og tað fer væntandi at síggjast aftur, sum árið líður.
Á aðalfundi felagsins vórðu aðalfundarvaldu umboðini í nevndini afturvald, og hevur nevndin skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni.
Nevnd felagsins er mannað soleiðis: Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna, Janus Rein, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, Bogi Bendtsen og Uni Danielsen eru vald av aðalfundinum, meðan Nanny Ritter Falkvard, Egil B. Joensen og Tórstein á Steig eru starvsfólkavald umboð.
Vága floghavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald