2023-06-30 13:15
Í sambandi við, at 60 ár nú eru liðin, síðan farið varð undir regluliga flogferðslu, bjóðar Vága Floghavn til hátíðarhald í morgin, leygardagin 1. juli.
Hátíðarhaldið verður frá klokkan 10 til 14 í høllini á Giljanesi.
Á skránni verður forkunnug framsýning við eldri myndum, flogvallarúterð og -búnum at síggja. Eisini verður ein filmur um Vága Floghavn vístur.
Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, fer at hugleiða um ávirkanina, flogvøllurin hevur havt á nærumhvørvið.
Kaffi og køka og okkurt til børnini verður at fáa, skrivar Vága Floghavn í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald