2020-11-09 10:35

Síðan í vár, tá covid-19 farsóttin breyt út, er talið á ferðafólkum, ið hava ferðast umvegis Vága Floghavn, nógv minkað.
Higartil í ár eru 161.574 ferðafólk komin til Føroya umvegis Vága Floghavn, og talan er um eina minking á 57 prosent í mun til 2019, skrivar Kringvarpið.
Í oktober var talið á ferðafólkum 15.570 – 55,7 prosent færri í mun til í fjør, sambært hagtølunum hjá floghavnini.
Størsta afturgongdin í ár var í apríl og mai – ávikavíst 93,7 og 91,9 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald