![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vága Floghavn fær ikki tørv á at seta fleiri fólk komandi hálvtannað árið. Soleiðis ljóðar metingin eftir at floghavnin hevur gjørt eina meting av hvussu flogferðslan fer at vera komandi tíðina.
Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum, í einum skrivligum svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.
Sirið Stenberg setti landsstýrismaðurin spurningar í kjalarvørrinum av, at tað í mai mánaði frættist, at almenna partafelagið Vága Floghavn, sum avleiðing av covid 19-støðuni, hevði sagt 20 fólkum úr starvi fyri at tryggja fríggjarliga grundarlagið hjá floghavnini.
- Vága Floghavn hevur neyðugu manningina til at lúka øll myndugleikaásett krøv um trygd og tilbúgving, eisini eftir uppsagnirnar. Uppsagnirnar ávirka tí ikki trygd ella tilbúgving, sigur Jørgen Niclasen.
Vága Floghavn hevur mett um flogferðsluna fram til árslok 2021. Metingarnar byggja m.a. á samskifti við tey flogfeløg, sum brúka Vága Floghavn, og á altjóða metingar av flogferðsluni komandi árini. Út frá metingunum hevur floghavnin mannað seg til tann miðaltørv, sum kann væntast tað næsta hálvtannað árið.
Tørvurin á manning verður støðugt lagaður til flogferðsluna ymsu árstíðirnar. Men hóast ferðslan nú spakuliga veksur aftur komandi summarmánaðirnar, hevur tað ikki við sær tørv á fleiri starvsfólkum fyribils. Vanligt er, at flogferðslan er størri í juni til august enn restina av árinum. Soleiðis verður eisini í ár, men havast skal í huga, at talið av flogførum verður munandi lægri enn somu tíð undanfarnu árini. Afturgongdin í ferðafólkatalinum verður mett til eini 60-70 prosent í mun til 2019, upplýsir landsstýrismaðurin í svarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald