
Vága kommuna bjóðar nú borgarum sínum at koma og fáa sær grønmeti, bæði til køkin og til egnar kálgarðar, plantukassar ella vindeygakarmar.
Í Vakstrarhúsinum eru alskyns sløg av salati, kryddurtum og røtur – alt sátt og plantað undir góðum umstøðum og við góðari røkt. Hetta er ein verkætlan, sum ikki bara styrkir sjálvbjargni og matmentan, men sum samstundis eggjar borgarum at gerast virknir partar av einum grønum felagsskapi í kommununi.
Borgarar kunnu heinta grønu gávuna við at fara norður í Vakstrarhúsið hósdagin ella fríggjadagin millum kl. 8 og 12, skrivar kommunan.
Áhugin fyri tí, sum kommunan ger í vakstrarhúsinum hevur vakt áhuga langt uttan fyri kommununa eisini. Meira á heimasíðuni hjá Vága kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald