Innanlands

Vága kommuna: Øll børnini vælkomin oman á sandin

Hvør dugir best at byggja eitt sandslott? Vit fara at hugna okkum - saman í frástøðu

Listafólk í kommununi fara at kjósa vakrastu og mest kreativu slottini, og grilling verður - bæði í Sandavági og í Miðvági (Mynd: Vága kommuna)

Listafólk í kommununi fara at kjósa vakrastu og mest kreativu slottini, og grilling verður - bæði í Sandavági og í Miðvági (Mynd: Vága kommuna)

2020-04-23 13:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er sera gott veður, og bæði í Miðvági og í Sandavági er stórur sandur inni á vágni.

Í dag 23. apríl frá kl. 14:00 til 17:00 ynskir Vága kommuna at bjóða øllum børnunum í kommununi at koma oman á sandin at byggja sandslott. Talan er sjálvandi um sandin í bæði Miðvági og Sandavági. Vit fara at hugna okkum -  saman í frástøðu!

Børnini mugu taka spannir, spakar og leikur at byggja slottini við.

Listafólk í kommununi fara at kjósa vakrastu og mest kreativu slottini, og vinnararnir fáa eina gávu frá kommununi.

Tað er gott pláss á sandinum, men tað hevur týdning at vit halda frástøðu og verja okkum fyri smittuvanda. Hugsi um hvat øki tit velja tykkum so pláss verður fyri fleiri.

Kommunan setir grillir upp við Gamla skúla í Miðvági og á Sondum í Sandavági, har man kann hava mat við sjálvur at grilla. Sunkist verður eisini at fáa.

Vága kommuna

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder