2018-10-01 15:01

Arbeiðið at gera nýggja ljósskipan í Vágatunlinum byrjar í kvøld, og fer væntandi at taka umleið tríggjar mánaðir og væntast at verða liðugt um jóltíðir.
Avtala er gjørd við LM-Electric, um at gera arbeiðið, meðan SMJ ráðgevandi verkfrøðingar, hevur projektering og eftirlit við arbeiðnum. Nýggja ljósskipanin er ein orkusparandi LED-skipan av merkinum Thorn, sum verður brúkt í nógvum norskum tunlum.
Í samband við arbeiðið, verður ferðslan órógvað um næturnar, tá tunnilin verður stongdur hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá klokkan 22 á kvøldi til klokkan 06 á morgni. Ferðslan verður leidd ígjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald