Innanlands

Vágs kommuna 47,3 mió. kr. í persónsskatti í 2019

Persónsskattainntøkurnar hjá Vágs kommunu settu met í 2019. Í mun til 2018 er talan um ein vøkstur á 3,4 mió. kr. ella 7,6 prosent.

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2020-01-04 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú 2019 er farið afturum kann eisini staðfestast, at persónsskattainntøkurnar settu met í 2019, tá Vágs kommuna fekk tilsamans 47,3 mió. krónur í persónsskatti.

Í mun til 2018, tá persónsskattainntøkurna hjá Vágs kommunu vóru 43,9 mió. krónur, er talan um ein vøkstur á 3,4 mió. krónur ella á 7,6 prosent. Talan er eisini um væl størri vøkstur enn frá árinum 2018 til 2019, tá vøksturin í persónsskattainntøkunum var 1,9 prosent, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Allir mánaðir, uttan mai vóru í 2019 betri enn undanfarin ár, og desember var eisini besti mánaður til persónsskatt í Vágs kommunu higartil, tá persónsskattainntøkurnar vóru 4,45 mió. krónur.

Umframt persónsskatt, so fevnir høvuðsinntøkugrundarlagið hjá kommununum í Føroyum eisini um partafelagsskatt og flytingar frá Landinum í samband við kommunurnar í 2015 yvirtóku raksturin av eldraøkinum. Nakrar kommunur hava eisini munandi inntøkur frá vørugjaldi og brúgvagjaldi í samband við virksemi á havnarlagnum og umvegis keikantin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder