Innanlands

Vágs kommuna fer at bjóða bráfeingis sálarfrøðiliga hjálp

Býráðið í Vági steðfestir, at tørvur kann vera á hjálp á staðnum, og at støðan í Suðuroynni - og sum heil á økinum - ikki er nóg góð. Tískil eru 150.000 krónur eru settar av á fíggjarætlanina fyri 2023 til nýggju skipanina

2022-12-19 12:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vágs Kommuna samtykti herfyri fíggjarætlanina fyri 2023. Í henni eru avsettar 150.000 krónur til sálafrøðiliga hjálp. Støðan á hesum økinum er ikki góð í Suðuroynni, staðfestir býráðslimir 

- Í Suðuroynni er eingin sálarfrøðingur í fultíðarstarvið innan kommunalt øki og hettar hevur staðið uppá í nøkur ár. Børn og ung noyðast til Havnar at fáa sær hjálp, sum er, og eisini koma sálarfrøðingar suður. Hetta serliga innan barnarverdarøki. Og tað er slett eingin hjálp at heinta til bráfeingis støður. Okur mugu hava hjálp á staðnum

Hetta sigur Levi Mørk, býráðslimur hjá Vágs Kommunu, við vagur.fo

Tað er stórur trupulleiki á skúla-, barna- og á ungdómsøkinum. Har nógv børn og ung detta niður ímillum, og skipanin millum land og kommunu haltar. Nú er peningur settur av, og ein skipan við bráðfeingis hjálp skal setast í verk

- Ætlanin við hesari skipan er at veita akutta og sálarfrøðiliga hjálp, har tørvurin er størstur; serliga er hendan skipan ætla okkara børnum og ungum í Vági.

Møguleiki er eisini fyri, at henda skipan kann verða ein hjálpandi hond innanhýsis fyri starvsfólk hjá Vágs Kommunu, um tørvur er á tí, skrivar vagur.fo, og Levi Mørk sigur, at tað hettar fer at lætta um hjá nógvum.

Hettar er annars eitt mál, sum eisini var eitt ynski undir seinastu býráðssetu, men nú er komið á mál. Í næstum verður nágreinligari fari til verka, hvussu skipanin skal setast í verk, skrivar vagur.fo at enda

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder