Innanlands

Vágs kommuna: Kókið drekkivatnið í økinum hjá Brekkugerðar Vatnfelag

Bakteriur eru staðfestar í vatninum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-25 11:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágs kommuna biður nú øll, sum fáa drekkivatn frá Brekkugerðar Vatnfelag, um at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður.

– Av tí at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í sambandi við regluligar vatnroynd hjá einum brúkara í økinum hjá Brekkugerðar Vatnfelag, verða brúkarar í økinum bidnir um at kóka vatnið til lýst verður aftur, skrivar kommunan á heimasíðuna í dag.

Kommunan leggur afturat, at vatnroyndirnar frá reinsiverkinum í økinum lúka øll krøv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder