Mentan

Vágs kommuna undirskrivað avtalu við Fjølrit

Kommunan rindar Fjølriti 200 krónur um árið fyri hvønn næming í fólkaskúlanum

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu og Atli K. Petersen, formaður í Fjølrit

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu og Atli K. Petersen, formaður í Fjølrit

2018-09-20 18:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 20. sept. undirskrivaðu Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, og Atli K. Petersen, formaður í Fjølrit, avtalu um nýtslu av vardum verkum.

Og við hesum kunnu Vágs skúli, og aðrir kommunalir undirvísingarstovnar lógliga avrita vard verk til undirvísingarbrúk. Avtalan tryggjar samtundis, at upphavsrættarfólk fáa viðurlag/gjald fyri nýtslu av sínum verkum. 

Orðingin í avtaluni er tann sama sum í rammuavtaluni, sum Fjølrit og Kommunufelagið komu ásamt um í juni í ár. Og avtalan er eisini í samsvari við ætlanina við upphavsrættarlógini, har tað í innganginum verður staðfest: “Tey gjøld (viðurløg fyri nýtslu av vardum verkum), sum verða umrødd í hesi lóg, eru sostatt at meta sum inntøka hjá upphavsmanninum og løn fyri avrikað arbeiði.”

Dennis Holm, borgarstjóri, sigur, at tað er nátúrligt, at Vágs kommuna er partur av slíkar avtalu, sum er við til at løna listafólki fyri teirra íkast til føroyskt undirvísingartilfar. Og eru vit eisini fullgreið um, at avtalur av hesum slag kunnu leggja lunnar undir at rithøvundar, myndafólk, tónaskald ella útgevarar fara undir næstu útgávuna, myndina ella tónaverkið.

Avtalan førir við sær, at Vágs kommuna rindar Fjølrit 200 kr. um árið pr. næming í fólkaskúlanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder